Brøv í Føroyum
Brøv í Føroyum eru vanliga frammi gerandisdagin eftir innlát flestu støð í landinum (leygardagur undantikin). Fyrivarni verður tó tikið fyri útjaðaraøkjum.
Brøv til útheimin
Brøv til útheimin verða send úr Føroyum við flogfari. Skilagott er at merkja brøvini A Prioritaire
Flogsamband er við útheimin hvønn dag, og posturin úr flest øllum plássum í Føroyum fer við dagin eftir innlating. Brøv til útheimin, sum verða latin í postkassan hjá Posta á Óðinshædd gerandisdagar áðrenn kl. 08.00 á morgni, fara við flogfari av landinum sama dag.
Posturin til Íslands verður sendur beinleiðis, teir dagar flogsamband er.
B brøv
Brøv til útheimin, ið eru merkt B Economique, verða send úr Føroyum við skipi. Brøv til Íslands verða tó altíð send við flogfari, men goldið verður fyri B brøv.
Tað ber til at senda B brøv til øll lond, men ávís undantøk eru. Somuleiðis er ymiskt, hvat mesta vekt og mát er til londini. Eru ivaspurningar ber til at venda sær til Posta.