• Vitja eisini:

Ískoytistænastur

Nær skal eg velja hvat ?

Innlátsprógv: váttan at sendingin er latin Posta til avgreiðslu

Innskrivað: sendingin verður bert útflýggjað móti kvittan. Samstundis er hon tryggjað fyri upp til 1000 kr

Móttøkuprógv: um tú vilt hava skjalprógv fyri, hvør hevur móttikið brævið t.v.s., tú fært eina váttan frá Posta við undirskrift og dagfesting hjá móttakaranum

Postkrav: um tú vilt hava vissu fyri, at sendingin verður rindað, áðrenn hon verður útflýggjað móttakaranum. Peningurin verður settur á kontu tína

Við skund: um tú vilt hava, at sendingin verður útflýggjað móttakaranum sum skjótast, eftir at hon er komin til móttøkuposthúsið, men gevið gætur, er innihaldið tollskyldugt, fer sendingin til tollingar, og so er meiningin við skundútburðinum burtur.

Virði: sendingin er tryggjað fyri áljóðandi virði, og verður bert útflýggjað móti kvittan

Højre kolonne