• Vitja eisini:

Uttanáskrift

  • Á brævbjálvum uttan rút eigur navn og adressa at standa á niðaru høgru hálvu á bjálvanum. Mótakaraheitið eigur at vera neyvt og týðiligt.
     
  • Áskrift við teldu eigur í minsta lagi vera við stødd t.d. Times New Roman 12.
     
  • Dimmir bjálvar eiga at hava ljósan teig til áskriftina.
     
  • Rúturin á rútabjálvum eigur í minsta lagi vera 15 mm frá kantunum á bjálvanum. Rúturin skal vera úr tilfari, sum ikki skyggir, og bert móttakaraheitið eigur at síggjast í rútinum.
     
  • Sendaraheitið eigur at verða sett í ovara vinstra horn á forsíðuni á bjálvanum ella aftanfyri.
     
  • Í ovara høgra horni skal vera pláss til frímerking, í minsta lagi 40 mm frá ovara bredda og 74 mm frá høgra bredda.
     
  • Átekningar so sum postkravsupphædd ella virðistilskilan skulu skrivast vinstru megin ella beint omanfyri móttakaraheitið.
     
  • Lýsingar ella myndir kunnu setast á bjálvan, men mugu ikki órógva lesingina av sendara- ella móttakaraheitinum.

Uttanáskrift

Tekstur til uttanaskrift

Er teksturin omanfyri settur á bjálvan og móttakarin fluttur, sendir Posta brævið aftur til sendaran við frásøgn um broytingina. Hetta hjálpir sjálvsagt um hjá fyritøkum o.ø., soleiðis at kundarnir verða skrásettir við røttum adressum. Teksturin skal standa á forsíðuni á bjálvunum niðanfyri móttakaraheitið - vanliga niðarliga í vinstra horni.