• Vitja eisini:

11-01-2010 Bíligari flutningur

Posta hevur frá 1. januar 2010 gjørt avtalu við flutningsfelagið Leman um flutning til Føroya

Leman er donsk fyritøka, sum hevur deildir í Svøríki, Noregi, Finnlandi, Bretlandi og í USA. Nýggja avtalan ger, at vit nú kunnu bjóða bíligari flutning.

Yvirlit við prísum og upplýsingum um adressur og kontaktpersónum hjá Leman kann takast niður her.

Vit gera vart við, at vit sjálvandi enn bjóða allar tær vanligu tænasturnar, so sum DHL Express og vanligar posttænastur.