Myndirnar av havsins botni hevur Ingi Sørensen tikið í Kvívík og hevur frímerkjaútgávan fingið heitið "Ókendu Føroyar", hetta fyri at varpa ljós á okkara vakra undirsjóvarheim, sum flest okkara ikki kenna.
Virðini á frímerkjunum eru 1, 6, 8 og 12 kr.
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
Firvaldarnar hevur Astrid Andreasen teknað og eru hesir firvaldar ikki búfastir í Føroyum, men vitja her á sumri úr heitari londum. Í Føroyum eru skrásett í alt 154 ymisk firvaldasløg.
Virðini á frímerkjunum eru 6, 8, 14 og 16 kr
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
Seinasta frímerkið vísir eina grind. Edward Fuglø hevur teknað, og er hetta fyrstu ferð, at grindahvalur er á føroyskum frímerki. Vit hava tó áður givið frímerki út, ið mynda onnur hvalasløg.
Virðið á frímerkinum er 50 kr.
![]() |
Somuleiðis verða 4 postkort givin út við myndum frá havsins botni.
Nýggju frímerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo. Somuleiðis fæst meira at vita um útgávurnar á heimasíðuni www.stamps.fo