Brot úr postsøguni

Fyrsta føroyska posthúsið lat upp í Tórshavn tann 1. mars 1870. Tað var táverandi sýslumaðurin í Suðurstreymoyar sýslu, H.C. Müller, sum stóð fyri posthúsinum tey fyrstu árini. 1. mars 1884 varð posthús latið upp á Tvøroyri. Tann 1. mai 1888 lat posthúsið í Klaksvík upp sum tað triðja posthúsið í landinum. Bæði á Tvøroyri og í Klaksvík vóru tað eisini sýslumenninir, ið høvdu postin um hendi.

Í 19. øld komu ikki fleiri posthús enn hesi trý. Eftir aldarskiftið kom tó rættilig gongd á. Í 1903 vórðu sjey posthús latin upp. Tey næstu 25 árini verða posthús latin upp í so at siga hvørjari bygd í landinum. Tey flestu lótu upp í árinum 1918, tá 15 nýggj posthús koma. Frá seinast í seksti árunum til dagin í dag eru fleiri posthús latin aftur. Postsamskiftið við hesar bygdir verður nú avgreitt av sonevndum avgreiðslupostboðum. Hendan broytingin er ein partur av skynsemisbroytingunum í føroyska postverkinum seinastu árini.

Fyri at lýsa hvussu trupult tað var at at avgreiða postsamskiftið við bygdir og útoyggjar tey fyrstu árini, skal her sum dømi sigast frá, hvussu fram varð farið í Norðoyggjum fyri og eftir aldarskiftið. Postmaðurin í Klaksvík tók sær av at bera post til bygdirnar eystan Múla. Hann gekk um Áarskarð til Árnafjarðar og um Toftaskarð norður á Norðtoftir. Síðan hevði hann bygdirnar Depil, Norðdepil og Fossánes á Borðoynni. Á Viðoynni hevði hann Hvannasund og Viðareiði. Posturin til Múla varð lagdur til heintingar á Fossánesi og posturin til Svínoyar og Fugloyar varð lagdur til heintingar í Hvannasundi. Tá í tíðini skuldi postmaðurin úr Klaksvík eisini í hvørt hús í teim bygdum, hann røkti.

Sami postmaður fór við árabáti úr Klaksvík til Kunoyar og síðan í Kalsoynna. Hann bar út post í Kunoy, á Syðradali, á Húsum og í Mikladali. Tá ikki var lendandi á Húsum og/ella í Mikladali, fór hann til gongu av Syðradali til Húsar og Mikladals, ella av Húsum til Mikladals og aftur. Posturin, sum skuldi norður á Trøllanes, varð lagdur til heintingar í Mikladali. Fólk á Trøllanesi komu so til Mikladals við og eftir posti av og á. Hetta gamla mynstrið er júst tað sama, ið nú er galdandi nógvastaðni í Føroyum, har avgreiðslupostboð taka sær av samskiftinum í nógvum bygdum.

Í 1920-unum varð skipanin við árabáti millum oyggjarnar og postgongdin millum bygdir í stóran mun løgd niður. Í Klaksvík keypti Samson Joensen, ið var postmaðurin, sum gekk norður um fjall og róði í Kalsoynna, deksbátin Guttaberg. Hetta var í 1927. Guttaberg, sum hevði motor, var settur í sigling millum Klaksvík, Kunoyarbygd og Kalsoynna við posti, ferðafólki og farmi. Um sama mundið setti Olaf Olsen - Olaf á Stongunum - deksbátin Immanuel í sigling millum Klaksvík, Haraldssund, Árnafjørð og bygdirnar eystan Múla.

Postmaðurin í Fuglafirði um hetta mundið, Hans Jacob Petersen, ognaði sær tveir deksbátar við motori. Annar æt Ragnhild og hin Alma. Ragnhild sigldi við posti, ferðafólki og farmi norðureftir. Talan var um bygdirnar Hellur, Oyndarfjørð, Elduvík, Funning og Gjógv. Alma sigldi millum Fuglafjørð, Leirvík og Klaksvík. Báðir bátarnir høvdu navn eftir døtrunum hjá Hans Jacobi. Dóttir Hans Jacob, Alma, er elsta postfólk í Føroyum, sum er á lívi. Hon verður 98 ár í novembur 1998. Hon byrjaði á posthúsinum í Fuglafirði sum 14 ára gomul. Í 1926 fekk Alma ábyrgdina av postviðurskiftunum í Fuglafirði . Hon fór úr starvinum sum posthúsleiðari 31. oktober 1975.

Annars var tað A/S J. Mortensens eftf. á Tvøroyri, sum í 1895 settu ta fyrstu maskinriknu strandfarasiglingina á stovn við dampskipinum Smirili, ið sigldi kring allar oyggjarnar. Tann 5. mars 1908 varð A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik sett á stovn. Longu í apríl sama ár keypti fyritøkan bátin Ruth úr Noregi. Ruth, sum hevði dampmaskinu, var 15 brutto tons til støddar. Hon varð keypt fyri 14.000 kr. Tann 1. august 1908 varð Ruth sett í fasta sigling millum Tórshavn og Hvalvík. Á farleiðini legði hon at fleiri staðni á vegnum. Hon sigldi eisini í Sandoynna. Í umleið 70 ár røkti A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik postflutningin millum Tórshavn og Skálafjørðin og nærum líka leingi millum Tórshavn og bygdirnar við Sundalagið.

Fram til 1. apríl 1976 varð postverkið í Føroyum rikið av danska postverkinum (Post- og Telegrafvæsnet). Tá í tíðini var bygnaðurin í postverkinum skipaður soleiðis, at vit høvdu eitt posthús (Postkontoret Thorshavn) við einum postmeistara. Síðan høvdu vit postavgreiðslurnar (postekspeditiónir) við sonevndum postekspeditørum sum leiðarum. Postavgreiðslurnar vóru: Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Vestmanna og Saltangará. Øll hini posthúsini vóru flokkað í tveir flokkar. Tey størru bóru heitið "brevsamlingssteder" og tey smærru bóru heitið "postudvekslingssteder".

Í 1974/75 fór danska postverkið undir at framleiða føroysk frímerki. Postverkið í Føroyum nýtti hesi frímerki til frímerkingar av postsendingum og at selja til frímerkjasavnarar. Tey fyrstu føroysku frímerkini komu á marknaðin 30. januar 1975. Frá fyrsta degi sýndu frímerkjasavnarar í ymiskum londum stóran áhuga fyri føroysku frímerkjunum. Fleiri ferðir hava frímerki verið næststørsta føroyska útflutningsvøra.

Eitt áhugavert tíðarskeið í føroysku frímerkjasøguni er tíðin beint eftir 1. heimsbardaga, tá vit í Føroyum vóru noydd til at nýta bráfeingisfrímerki (provisorier). Tann 8. desember 1918 fekk "Thorshavns Postkontor" eitt skriv úr Keypmannahavn dagfest 16. november 1918. Í skrivinum varð boðað frá fylgjandi hækkingum í teim galdandi postgjøldunum:
-Brøv innanoyggja upp til 250 gr. úr 5 oyrum uppí 7 oyru
-Postkort til Danmarkar upp til 250 gr. úr 4 oyrum uppí 7 oyru
Hækkingin skuldi galda frá 1. januar 1919.

Vegna vánaligt samband við umheimin var ikki møguleiki fyri at fáa tey nýggju 7-oyra frímerkini til Føroya áðrenn 1. januar 1919. Økti tørvurin á 7-oyra frímerkjum - til brøv innanoyggja og postkort til Danmarkar - førdi við sær, at goymslan av 1-, 2-, 3-, og 4-oyru suppleringsmerkjunum ikki rakk til og varð tí neyðugt við øðrum tiltøkum. "Thorshavns Postkontor" fekk tí loyvi til at klippa 4-oyru frímerkini í helvt, soleiðis at hvør helvtin kundi nýtast sum 2-oyra frímerki.

Tá hesi eisini vóru við at verða uppi, fekk "Thorshavns Postkontor" loyvi til at yvirstempla ta neyðugu mongdina av 5-oyra merkjum, soleiðis at hesi kundu nýtast sum 2-oyra frímerki. Til hetta endamál gjørdi Peter Poulsen, snikkarameistari, eitt hondstempul við tekstinum "2 OYRU". Stemplið varð kallað "stólabeinsstemplið" av tí at skaftið varð gjørt úr einum gomlum stólabeini.

Ein líknandi støða var í 1940/41. Hin týska hersetingin av Danmark - og ein serliga ringur vetur við ísi í Skagerak og Kattegat - førdi við sær at skipaferðslan millum Føroya og Danmarkar varð tarnað, soleiðis at vit í Føroyum komu at mangla frímerki við teim mest brúktu virðunum. Aftur hesuferð vórðu frímerki yvirstemplað og tikin í nýtslu til nýggj merki komu úr Danmark.

Eftir løgtingsvalið í november 1974 skipaðu javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin og tjóðveldisflokkurin samgongu. Henda setti sær fyri, at taka yvir postverkið. Í 1975 komu samráðingar í lag millum donsku ríkisstjórnina og landsstýrið um yvirtøkuspurningin. Úrslitið av hesum samráðingum varð, at heimastýrið yvirtók postverkið í Føroyum frá 1. apríl 1976. Nýggi stovnurin undir Landsstýrinum fekk navnið Postverk Føroya, og eitt veðrahorn varð kosið til búmerki hjá stovninum.

Sum ein náttúrlig avleiðing av yvirtøkuni vórðu tvær nýggjar deildir skipaðar í føroyska postverkinum. Hesar vóru Frímerkjadeildin og Postgirostovan. Síðani hevur Frímerkjadeildin yvirtikið alt frímerkjaarbeiði. Deildin skipar fyri framleiðsluni, stendur fyri útgávunum og hevur sjálv alla søluna um hendi.